Verkstovurnar á UíF 2.0!

blog

Verkstovurnar á UíF 2.0!

Komandi 6 dagarnar, fara vit at avdúka, hvørji verða verkstovuleiðarar á komandi Ung í Føroyum-stevnuni – UíF 2.0 – stórsta listastevnan fyri ung í Føroyum!

Tað verður líka spennandi sum nøvnini til G! ella Voxbotn ella Tórsfest!

Tit, ið eru fødd frá 2001 til 2006, altso tit, sum eru 13 til og við 18 ára gomul, hava hesaferð møguleika at teknað tykkum til eina av ungdómsins heilt stóru upplivingum.

Teknið tykkum til spennandi listaverkstovur, til nýggjar upplivingar og nýggj vinfólk, til tað, sum helst verða minni fyri lívið!

Fylgi við komandi dagarnar, tá vit avdúka hvørji dugnalig listafólk fara at arbeiða saman við tykkum.

Stevnan verður 28. og 29. februar og 1. mars 2020. Tað fer at bera til at teknað seg beint eftir jól!