Ung í Føroyum18 – Freistin longd!

Fyrsta desember lat tekningin til Ung í Føroyum 2018 upp og tekningarnar hava streymað spakiliga, men javnt inn líka síðani. Jólafrítíðin er tó komin ímillum og eisini pedagogverkfalli, sum hevur gjørt, at okkara tíðindi ikki eru komin til tey ungu, sum plaga at ganga í ungdómshúsunum.

Av tí at nøkur pláss eru eftir, hava vit avgjørt at leingja freistina eina viku, til 14. januar, so at so nógv ung sum gjørligt, skulu hava møguleika at taka lut á hesum heilt serliga ungdómstiltaki, sum ikki hevur sín líka, sjálvti øðrum norðanlondum.

So ger skjótt av! Far inn á http://ungiforoyum.info/teknad-teg/ og tekna teg beinanvegin 🙂

Tað verður ein uppliving, tú fert at minnast gleðiliga aftur á í nógv ár. Sum Eivør Pálsdóttir segði nøkur ár eftir at hon sjálv hevði verið luttakari: “Tað var ein heilt serlig kensla at vera har saman við kreativum javnaldrum. Tað kendist sum at vera “heima” og tað gav mær nógvan íblástur.”

Nøgleord: .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.