UíF 2.0 Byrjan!

blog

UíF 2.0 Byrjan!

Sunnudagin hittust allir luttakarar á Ung í Føroyum 2020 fyrstu ferð

Luttakaranir tjekka inn hjá stórasystkinunum

Beint undan kl. 14 sunnudagin 16. februar byrjaðu ung fólk at streyma inn í Norðurlandahúsið, tað kendist sum ein sonn innrás av tí aldursbólkinum, sum helst er minst vanliga millum nógvu brúkararnar av Norðurlandahúsinum. Hetta vóru komandi luttakararnir á UíF 2.0, sum komu á fyrireikandi fund.

Ungu luttakararnir tjekkaðu inn, fingu at vita, hvør verkstova fer at vera teirra høvuðsverkstova á stevnuni og hittu fyri fyrstu ferð verkstovuleiðaran, stórasystkini og hinar luttararnar á verkstovuni.

Hesin fundurin hevur stóran týdning fyri at stevnan byrjar væl. Tey ungu hava tá longu hitst og verkstovuleiðarin veit meira um, hvørji tey eru og hvørjar kompetansur og ynski tey hava. Eisini kann verkstovuleiðarin geva smærri uppgávur heim við fyri at kickstarta stevnuna.

Fundurin vardi knappar tveir tímar og øll tyktust glað og áhugaði. Nú bíðja vit bara í spenningi til 28. februar kl. 9!