Tónleikaverkstovan – UíF18 – Heri Joensen

Heri Joensen verður leiðari á Tónleikaverkstovuni á Ungum í Føroyum 2018.

Her er heilsan hansara til tykkara:

“Halló tit! Eg eiti Heri og eg skal vera verkstovuleiðari í tónleiki. Eg eri úr Lamba, 44 ár, útbúgvin á D.A.R.K. í Keypmannahavn, og eg havi drúgvar royndir sum tónleikari, serliga innan tungmálm, við tónleikabólkinum Týr.

Í tónleikaverkstovuni fáast vit sjálvsagt við tónleik. Tað sum eg havi hugsað mær er, at taka fleiri hugskot, tykkara sjálvandi, og seta tey saman í eina størri eind, møguliga fleiri smærri eindir. Júst hvat og hvussu ætli eg at finna útav saman við tykkum.

Um tit hava heilt onnur hugskot vil eg gleðiliga hoyra tey eisini. Men tað er ikki neyðugt at hava nakrar stórar tónleikaligar hugsjónir fyri at vera við, so um tit eru meira áhugaði í at framføra enn at komponera, so haldið tykkum ikki aftur.

So, um tit ganga við einum hugskoti um eina stórfingna kompositión, ella um tit hava hug at syngja og spæla saman við øðrum, so er bara at melda seg til, koma við og fáa góðar royndir saman við øðrum ungum. Tað er brúk fyri øllum kreftum. Avbjóðingin í einari sovornari verkætlan er, at øll fáa sítt við.

Í øllum førum so gleði eg meg at hitta tykkum og at hoyra tykkara tónleikaligu hugskot.”

 

Tit kunnu lesa meira um Hera á heimasíðuni  hjá Týr.

Nøgleord: , , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.