Tag: UíF2.0

Mamma tín kemur úr fongslinum – ein framførsla

Bólkur G var ein av tveimum bólkum, sum skuldi uppihalda sær á stóra pallinum í Høllini í Norðurlandahúsinum. Tað var ein stórur pallur at fylla og tey endaðu við at gera eina stóra damatiska søgu um eina gentu við tveimum mammum og ógvisligum avleiðingum. Her eru nakrar framleiðslumyndir:

Read More

Undir havinum – ein installatión

Bólkur F fekk Dansistovuna sum sítt arbeiðsøki. Ongin av luttakarunum hevði verið á myndlistaverkstovuni dagin fyri, men kortini avgjørdu tær, at gera alla Dansistovuna til eina installatión: Við pappíri, ljósi og ljóði skuldu tær broyta rúmið til eitt undirhavsumhvørvi. Her er ein upptøka av hvussu tað kendist at fara gjøgnum rúmið:

Read More

Livandi Norðurlandahús – framførslur og installatiónir

Her eru upptøkur av framførslum og livandi installatiónum á Ung í Føroyum 2020.

Read More

Tvey systkin – ein framførsla

Bólkur B gjørdi eina søgu um tvey syskin, sum ikki fara beina leið heim gjøgnum skógin, so sum tey eru biðin.

Read More

Ferðin – ein installatión

Sveimandi oregami, yrkingar og violett ljós

Read More

Ung í Føroyum livir víðar eftir stevnuna

Tá framførslurnar vóru av sunnukvøldið, varð alt Norðurlandahúsið rudda, men vit fingu loyvi at hava eina installatión eftir, hana sum var í Dansistovuni. Tað ber til at koma niðan at vitja hana til og við 4. mars.

Read More

UíF 2.0, stevnan sett

Hálvgun 10 í morgun var Ung í Føroyum 2020 sett. 60 ung eru nú á verkstovunum og arbeiða allspent á fyrstu verkstovu síni. Tað er bara í dag, at tey eru hugdýpa seg inn eitt øki, í morgin fer alt at vera tvørlistarligt. Felagsevni fyri alla stevnuna er PAPPÍR! Vit hava fingið eina rúgvu av […]

Read More

UíF 2.0 Byrjan!

Sunnudagin hittust allir luttakarar á Ung í Føroyum 2020 fyrstu ferð Beint undan kl. 14 sunnudagin 16. februar byrjaðu ung fólk at streyma inn í Norðurlandahúsið, tað kendist sum ein sonn innrás av tí aldursbólkinum, sum helst er minst vanliga millum nógvu brúkararnar av Norðurlandahúsinum. Hetta vóru komandi luttakararnir á UíF 2.0, sum komu á […]

Read More

Nøkur pláss eftir – freistin longd til 7. februar

Fríggjadagin vitjaðu ein av verkætlanarleiðarunum og eitt av stórasystkinunum í Góðan morgun Føroyar og søgdu eitt sindur frá Ungum í Føroyum 2020. Til ber at lurta HER, hvat Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, stórasystkin, og Rakel Helmsdal, verkætlanarleiðari søgdu. M.a. boðaðu vit frá, at hóast vit hava heilt nógvar tekningar til stevnuna, so eru nøkur pláss eftir. […]

Read More