Skal eg hava nakað at sýna fram?

blog

Skal eg hava nakað at sýna fram?

Tað er ikki eitt krav – men ein møguleiki tú fært, sum luttakari í Ungum í Føroyum. Tú sleppur at vísa tað tú dugir best á “Open Stage” og listaframsýning á okkara innanhýsis hugnakvøldum fyrsta og næsta kvøldið á stevnuni. Tað kann vera ein dansur, ein sjónleikur, eitt lag, eitt myndlistaverk, ein filmur ella alt møguligt annað listarligt.

Einasta krav er, at tað skal bera til at seta upp og rigga av uppá fáar minuttir, og ikki vera longri enn 5 minuttir ella størri enn ein fermetur. MEN tað ber til at gera undantøk, um tú setir teg í samband við okkum í góðari tíð.

Allar verksmiðjur arbeiða fram ímóti at hava nakað at vísa fram sunnudagin, tá Ung í Føroyum endar, men hetta er nýskapt á stevnuni undir leiðslu av royndum listafólkum.