Skal eg duga nakað serligt, fyri at sleppa á Ung í Føroyum??

blog

Skal eg duga nakað serligt, fyri at sleppa á Ung í Føroyum??

Ung í Føroyum er fyri øll skapandi ung, bæði

  • til tín, sum hevur nógvar royndir,
  • til tín, sum akkurát er byrjað/ur ella ikki hevur fingist við nakað ávíst so leingi, ella
  • til tín, sum bara hevur hug at fara í gongd við nýtt og ert forvitin

Tú kanst royna nýggjar leiðir og mennast innan títt egna listaøki, men tað ber eisini til at royna okkurt annað enn tað, tú fæst við til dagligt (t.d. teknaði Eivør Pálsdóttir í 2001 seg til verksstovu í sjónleiki og sendi myndir inn til listaframsýningina).

Tað ber eisini til at vísa okkurt á opna pallinum og so vera við í eini verkstovu í eini aðrari listagrein (tú kanst spæla í rockorkestri á pallinum og síðani velja myndlista ella vísa tína egnu mótakollektión á pallinum og kortini tekna teg til sjónleik).