Sjónleikaverkstovan – UíF18 – Arn-Henrik Blomqvist

Arn-Henrik Blomqvist verður leiðari á Sjónleikaverkstovuni á Ungum í Føroyum 2018.

Her er heilsan hansara til tykkara:

Hej! Eg eiti Arn-Henrik Blomqvist og verið verkstovuleiðari í sjónleiki. 

Eg búgvi í lítla oyggjalandinum Álandi, men arbeiði mest í  Finlandi og Svøríki, har er fáist við sjónleika- og operauppsetingar á stórum leikhúsum. Eg fáist eisini nógv við film og spæli í trimum rock-orkestrum, m.a. í einum saman við mínum egnu børnum, Kings of Lars Birger.

Í sjónleikaverkstovuni vóni eg, at vit fara at skapa nakað heilt egið út frá tykkara royndum og ynskjum, skapa nakað størri enn vanliga lív okkara. Eg eri vísur í, at tit hava nógv at siga verðini og hetta skullu vit miðla gjøgnum leik og alt sum hoyrir hartil.

Eg gleði meg at arbeiða saman við tykkum! 

Tit kunnu lesa meira um Arn-Henrik her á heimasíðuni hjá sjónleikabólki hansara.

Nøgleord: , , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.