Silja Gotved Nielsen vann plakatkappininga

Hetta er nýggja Ung í Føroyum-plakatin, sum fer at mynda Ung í Føroyum 2018.

Silja Gotved Nielsen úr Havn hevur sniðgivið hana. Hon fær so eisini vinningin, sum er fyri 2000 kr í listatilfarið eftir egnum ynski.

Um vinnaran:

Silja er 24 ár, uppvoksin í Havn og útbúgvin arkitekt BA á The Royal Danish Academy of Fine Arts, School of Architecture í Keypmannahavn.

Í løtuni er hon búsitandi í Oslo, har hon starvast við landskabsarkitekturi og býarmenning. Aftaná eitt tíðarskeið í vinnulívinum fer hon í holt við seinna partin av útbúgvingini. Tilknýtið til bæði Føroyar, Danmark og Noregi hevur styrkt um áhugan fyri fagligt samarbeiði innan Norðurlond.

Hon hevur sjálv verið “Ung í Føroyum” og heldur at tiltakið hjá Norðurlandahúsinum er kveikjandi og mennandi og gevur íblástur til nýggjar og aðrar framtíðarmøguleikar.

Tað ber til at síggja fleiri stuttligar tekningar á instagram-síðuni hjá henni”nogetdugotved”

Plakatin verður nýtt at lýsa stevnuna kring alt landið.

Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.