Plakatkappingin – freistin longd!

Vinn og vel tær listatilfar fyri 2000 kr!

Freistin til Plakatkappingina hjá Ungum í Føroyum er farin, men av tí at ov fá uppskot eru komin inn, vilja vit geva tykkum ein møguleika afturat:

Freistin er longd við einari viku!

Ert tú undir 25 ár og hevur hug til at gera eina plakat til Ung í Føroyum 2018, skalt tú senda tít uppskot inn innan 29. oktober 2017 á midnátt!!

Krøv til plakatina:

  1. Á plakatini skal búmerki hjá Ungum í Føroyum, hondin, spæla ein týdningarmiklan leiklut.
  2. Plakatin skal endurspegla lívsorku og kreativitet, og skal kunna umboða allar listagreinar.
  3. Hesin tekstur skal standa á plakatini: Ung í Føroyum 2018 – í Norðurlandahúsinum 16. – 18. februar
  4. Búmerki hjá Norðurlandahúsinum skal eisini vera á plakatini og møguleiki at seta inn sponsor-búmerki.

HER kanst tú taka niður búmerki hjá UíF og hjá NLH

Ert tú undir 25 ár, so kanst tú senda uppskot til uif@nlh.fo innan 29. oktober á midnátt.

Vinnarin sleppur at velja egið listatilfar fyri 2000 kr!

 

 

 

Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.