Stevnan fyri skapandi ung í Føroyum

Mítt UíF – Birna

Birna Heinesen, sum nú er verkætlanarleiðari av Ungum í Føroyum, sigur um sínar UíF upplivingar: “Hetta var ein ótrúliga stór uppliving, sum síðani hevur givið mær nógvar møguleikar innan mentunarheimin. Eg fari nokk ikki heilt skeiv, um eg sigi, at Ung í Føroyum hevur verið við til at lagt lunnar undir mína karrieru innan sjónleik, […]

Read More

Mítt UíF – Renata

Renata Jensen sigur um sínar Ung í Føroyum upplivingar: Ung í Føroyum er eitt av teimum tiltøkunum, ið hava havt størstu ávirkan á meg í mínum tannárum. Har slapp eg at nema nógvar ymiskar kreativar leiðir, sum heilt sikkurt hava havt ein leiklut í, at eg nú lesi Art & technology á Aalborg Universitet.”

Read More

Mítt UíF – Diana

Diana J. Hansen, dansari, sigur um sínar Ung í Føroyum upplivingar: Tað var tá, aftaná ein langan dag av dansivenjing, at eg fann útav, at hetta var tað eg skuldi, dansur var mín framtíð.

Read More

Mítt UíF – Finn

Finn Haraldson, sum var við nógvar ferðir á Ung í Føroyum næstan heilt frá byrjan, sigur soleiðis um stevnuna: Ung í Føroyum gav mær et netverk av vinum, eg ongantíð annars hevði fingið – vinir, sum hvør í sær hava eitt kreativt lyndi og góðan arbeiðsmoral.

Read More

Mítt UíF – Rebekka

Rebekka Petersen, tónleikari, sigur um sínar Ung í Føroyum upplivingar: Havi bara góð minnir frá Ung í Føroyum. Haldi eg havi verið á Ung í Føroyum tríggjar ferðir. Dámdi serliga væl skriviverkstovuna, sum eg havi verið á tvær ferðir. Tað besta var kreativi andin, sum er allastaðni, og so ikki minst inspirerandi verkstovuleiðararnir. 

Read More

Minnist til tekningarfreistina!

Ung í Føroyum 2020 fer í gongd 28. februar, men tað er av alstórum týdningi, at tit ungu minnast til at tekna tykkum innan 26. januar!

Read More

Tekningin er opin!

Um tú er fødd/ur frá 2001 og fram til 2006 kanst tú nú teknað teg til Føroya stórsta tiltak fyri skapandi ung! Kom á UíF 2.0 og uppliva hugtakandi verkstovur og intensivar skapandi dagar saman við 60 ungum úr øllum landinum og 6 av okkara bestu yrkislistafólkum í Norðurlandahúsinum mánaðarskiftið februar-mars. Tekna teg NÚ!

Read More

Tekningin letur upp 1. januar

Frá í dag, 1. januar, og tríggjar vikur fram, kanst tú teknað teg til Føroya mest spennandi ungdómsstevnu. Tekning letur upp seinni í dag! Ver til reiðar! Bara 60 pláss eru á stevnuni, har tú í 3 dagar sleppur at “eiga” Norðurlandahúsið saman við 59 øðrum ungum í Føroyum og skapa nýggjar og spennandi listaupplivingar […]

Read More

Løtur frá UíF 18

Her eru nakrar av góðu myndunum frá Ung í Føroyum-stevnuni í 2018.

Read More