Stevnan fyri skapandi ung í Føroyum

Hví skal eg velja 3 ymiskar verkstovur?

Á stevnuni eru 6 verkstovur og 60 luttakarar, altso uml. 10 sleppa á hvørja verkstovu. Tað hendir ofta, at tað er ein ella tvær verkstovur, sum øgiliga nógv helst vilja á, og tá er ikki pláss fyri øllum. Fyri at tit so kortini skulu sleppa at velja, hvat tit næst- ella triðjhelst vilja á, skulu […]

Read More

Hvar kann eg tekna meg?

Tekning fer fram her á síðuni, men freistin var 7. februar.

Read More

Nær kann eg tekna meg?

Tekningarfreistin var 7. februar.

Read More

“Livandi Norðurlandahús”? Hvat er tað?

Síðsta kvøldið á Ungum í Føroyum lata vit hurðarnar upp fyri almeninginum. Øll hini árini Ung í Føroyum hevur verið, hevur tað verið til eina stóra felagssýning, har allir luttakararnir saman gera eina framførslu á stóra salinum. Í ár verður tað fyrst fyrstu ferð øðrvísi, tí vit fara at hava tiltakið “Livandi Norðurlandahús” í staðin. […]

Read More

“Open Stage”? Hvat er tað?

Bæði fríggjakvøld og leygarkvøldið hava vit hugnakvøld fyri allar luttakarar á stevnuni. Stórasystkinini skipa hesi kvøldini. M.a. verður opin pallur í Klingruni í Norðurlandahúsinum við einfaldum ljóð- og ljóstøkni. Tað er ikki eitt krav at framføra nakað – men ein møguleiki tú fært, sum luttakari í Ungum í Føroyum. Tú sleppur at vísa tað tú […]

Read More

Hvat er ein verkstova?

Ein listaverkstova er ein møguleiki at arbeiða saman við einum yrkislistafólki og 9 øðrum ungum luttakarum í fleiri dagar. At læra nýtt um tína egnu listagrein, at læra um eina listagrein, tú kanska ikki hevur fingist við fyrr og finna út av, hvussu tú kanst arbeiði øðrvísi við tí, sum tú longur hevur áhuga í. […]

Read More

Er Ung í Føroyum ein kapping?

Nei! Tað er ein møguleiki at vísa fram, royna nýtt, menna, hvat tú dugir og arbeiða saman við øðrum listarliga áhugaðum og skapandi ungum í tínum aldri. Og tað er ein møguleiki at vísa umheiminum, hvat ung list er í dag, hvat tú heldur er spennandi og viðkomandi. Ung í Føroyum er ein týðandi sýnisgluggi fyri […]

Read More

Sleppa vit at gista?

Ung í Føroyum er ein vikuskiftislega. Allir luttakarar gista í HB-húsinum í soviposa. Ung í Føroyum syrgir fyri náttarvaktum. Etið verður í Norðurlandahúsinum. Øll, sum eru við á leguni, gista og tað ber ikki til at fara heim ímillum. Les eisini: Hvat skal eg hava við? Fáa vit mat ella skulu vit keypa hann?

Read More

Fáa vit mat ella skulu vit keypa hann?

Tit fáa allan mat í Norðurlandahúsinum, og har er altíð nóg mikið av frukt at eta í støðgunum. Hann er partur av luttøkugjaldinum.

Read More

Hvat skal eg hava við?

Matur og tilfar til verkstovur fært tú á stevnuni. Tú skalt bara hava tíni persónligu ting við. Minst til soviposa, liggiundirlag og arbeiðslig klæðir. Fríggjakvøld og leygarkvøldið hava vit hugnakvøld og “Open Stage”. Tá er kanska onkur, sum hevur hug at hava meiri “pyntut” klæðir við, so minst til tey. Eisini spyr verkstovuleiðarin tykkum kanska […]

Read More