“Open Stage”? Hvat er tað?

blog

“Open Stage”? Hvat er tað?

Bæði fríggjakvøld og leygarkvøldið hava vit hugnakvøld fyri allar luttakarar á stevnuni. Stórasystkinini skipa hesi kvøldini.

M.a. verður opin pallur í Klingruni í Norðurlandahúsinum við einfaldum ljóð- og ljóstøkni.

Tað er ikki eitt krav at framføra nakað – men ein møguleiki tú fært, sum luttakari í Ungum í Føroyum. Tú sleppur at vísa tað tú dugir best á “Open Stage” og listaframsýning. Tað kann vera ein dansur, ein sjónleikur, eitt lag, eitt myndlistaverk, ein filmur ella alt møguligt annað listarligt.

Einasta krav er, at tað skal bera til at seta upp og rigga av uppá fáar minuttir, og ikki vera longri enn 5 minuttir ella størri enn ein fermetur. MEN tað ber til at gera undantøk, um tú setir teg í samband við okkum í góðari tíð.

Á stevnuni hongur eitt uppslag, har tú kanst skriva teg upp, hvat av kvøldunum tú helst vilt framføra. Stórasystkini hjálpa tær við øllum. Er nakað tú ivast í, so spyr tey ella verkætlanarleiðararnar.