Norðurlandahúsið brúsar av orku
So er stevnan farin í gongd! 58 ungdómar, 7 yrki listafólk og 8 ungir UíF-veteranar arbeiða nú í øllum Norðurlandahúsinum við at skapa.
Dagurin byrjaði við lítlum morgunmatið og síðani heilsaði Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, øllum við eini vælupplagdari vælkomutalu, har hon hugleiddi um, hvussu tey sum listafólk um 20 ár fóru at standa á einum stórum palli og hugsa aftur á dagarnar á Ung í Føroyum, har tey hittu sínar samstarvsfelagar fyri fyrstu ferð.
Eftir felagsupphiting, fóru øll út til sínar verkstovur.
Í hvørjari verkstovu er eitt stórasystkin, ein fyrrverandi UíF-luttakari, sum nú er sjálvboðin hjálpari á stevnuni. Her eru nakrar av eygleiðingunum teirra frá fyrrapartinum av 1. degi á stevnuni:




