Nøkur pláss eftir – freistin longd til 7. februar

blog

Nøkur pláss eftir – freistin longd til 7. februar

Øll sum tóku lut á Ung í Føroyum 2018

Fríggjadagin vitjaðu ein av verkætlanarleiðarunum og eitt av stórasystkinunum í Góðan morgun Føroyar og søgdu eitt sindur frá Ungum í Føroyum 2020.

Til ber at lurta HER, hvat Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, stórasystkin, og Rakel Helmsdal, verkætlanarleiðari søgdu.

M.a. boðaðu vit frá, at hóast vit hava heilt nógvar tekningar til stevnuna, so eru nøkur pláss eftir. Tí leingja vit tekningarfreistina til fríggjadagin 7. februar, tí best er at stevnan er nakað væl yvirteknað, so fullsett verður, um avboð skuldu komið.

So hevur tú ikki teknað teg enn, so er framvegis tíð. Far inn HER og teknað teg NÚ!