Myndlistaverkstovan – UíF18 – Sámal Blak

Sámal Blak verður leiðari á Myndlistaverkstovuni á Ungum í Føroyum 2018.

Her er heilsan hansara til tykkara:

Hey “Ungu í Føroyum”

Eg eiti Samal, eri føddur og uppvaksin í Havn og havi útbúgving frá Central St. Martins College of Art & Design, London.

Eg arbeiði altjóða sum senografur og búnasniðgevi. Haraftura arbeiði eg eisini við egnari myndlist.

Eg arbeiði við nógvum ymiskum listagreinum, so eg kenni meg sum “tvørgreinalistamaður.” Eg vil helst hava frælsi til at arbeiða við ymiskum tøkni ella tilfari, soleiðis at hvør verkætlan er ein nýggj byrjan. Júst hetta ger arbeiðið spennandi og avbjóðandi.

Í myndlistaverkstovuni verður tískil eggja at arbeiða í bólkum og serliga millum verkmiðjurnar. Vit fara at arbeiða við tykkara hugskotum og finna best egnaða hátt at realisera tey. Summi listahugskot egna seg best sum installatiónir, onnur sum málningar, skulpturar, live framførslur, video osfr.

At vera eitt ungt myndlistafólk kann til tíðir kennast einsamalt. Hettar er ein góður møguleiki at samstarva við aðar verkstovur har tykkara listaevnir kunnu blóma í einum samstarvi, har tit royna nýggjar listarliga leiðir og koma at kenna nýggj listafólk.

Tit eru meir enn vælkomin at taka tilfar ella tøkni við til verkstovuna, alt eftir hvørji tit eru sum einstaklingar. Eg gleði meg at arbeiða við tykkum.

 

Tit kunnu lesa meira um Sámal á heimasíðu hansara.

Nøgleord: , , , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.