Mítt UíF 3 – Mia
Meira enn 500 ung hava higartil havt møguleika at taka lut í Ungum í Føroyum síðan fyrstu stevnuna í 2001. Nógv teirra meira enn enn eina ferð. Vit hava biðið tey siga okkum frá, hvussu teirra uppliving var.

Mia Haldursdóttir Smith hevur verið luttakari tríggjar ferð og stórasystkin tvær ferð. Her eru hennara UíF-tankar:
“Eg vil viðmæla tær at tekna teg til Ung í Føroyum, um tú ynskir tær eitt vikuskiftið har:
- Tú sleppur at nýta hugflog og skapanarevnið saman við øðrum við somu áhugamálum sum tú – eg eri enn vinir við fólk eg hitti á Ung í Føroyum.
- Tú hava eitt dugnaligt yrkislistafólk sum verkstovuleiðara – Tað er rættiliga kul, um man hugsar um tað!
- Tú kanst eisini royna teg í onkrum, tú ikki ert líka trygg/ur við – eg var eitt nú á dansiverksmiðju, hóast mær dámar betri at sita og tekna.