Mítt UíF 2 – Inga V. Svabo

Meira enn 500 ung hava higartil havt møguleika at taka lut í Ungum í Føroyum síðan fyrstu stevnuna í 2001. Nógv teirra meira enn enn eina ferð. Vit hava biðið tey siga okkum frá, hvussu teirra uppliving var.

Inga V. Svabo á hugnakvøldinum á stevnuni 2015

Inga V. Svabo hevur verið á trimum stevnunum sum luttakari og er nú aðru ferð stórasystin. Her eru hennara UíF-tankar:

Ung í Føroyum 2018 – hví ikki!

“Hví eigur tú at tekna teg til Ung í Føroyum?

Jú fyrst og fremst tí at UíF bara er ótrúliga stuttligt ungdóms- og listatiltak.

Tað besta við UíF er, at tað ger onki um tú tekur lut fyri 1.,2. ella 3. ferð. Ella um tú ert tann einasti úr tínum vinarskara sum er við, tí á listabreytin, tú sleppur inn á, eru onnur ung, ið tíma líka væl sum tú, og hetta áhugamálið hava tit til felags.

Allar listabreytinar arbeiða intenst í eitt vikuskiftið við at skapa ”nakað” innan tykkara listagrein og sýna fram seinasta kvøldið.

Hetta ”nakað” tit skapa, er sera spennandi og stuttligt, tí tað er ongantíð tað sama. Altso: har er onki skeivt, tað handlar bara um, hvussu kreativ tit kunnu vera.

Sjálv havi eg luttikið tríggjar ferð í UíF og eri stórasystkin (hjálpari) í ár fyri aðru ferð. Hetta kreativa umhvørvið er eitt eg altíð vil sleppa aftur til, og tí kann eg viðmæla tað til øll ung í Føroyum. Freistin at tekna seg er 7 januar 2018!”

Nøgleord: , , , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.