Mítt UíF 1 – Una
Meira enn 500 ung hava higartil havt møguleika at taka lut í Ungum í Føroyum síðan fyrstu stevnuna í 2001. Nógv teirra meira enn enn eina ferð. Vit hava biðið tey siga okkum frá, hvussu teirra uppliving var.

Una Nielsdóttir Galán verður stórasystin á UíF18. Her eru hennara UíF-tankar:
“Tað besta við at luttaka á UíF er, at tú sleppur at royna okkurt nýtt.
Eg havi luttikið tríggjar ferð og havi roynt meg á trimum ymsum verksstovum, tónleik, skriving og búnar.
Tað er ræðuliga hugkveikjandi at vera saman við so nógvum kreativum javnaldrum eitt heilt vikuskifti!”