Ljósverkstovan – UíF18 – Súni Joensen

Súni Joensen verður leiðari á Ljósverkstovuni á Ungum í Føroyum 2018.

Her er heilsan hansara til tykkara:

 

Og Guð segði: “Verði ljós!” Og tað varð ljós. Og har sá Guð ljós-sniðgevan standa kláran, langt árenn nakar annar yvurhøvur var møttur til arbeiðis 😉

Eg eiti Súni, og eg gleði meg at bjóða tykkum vælkomin í nýggju verkstovuna um Ljós-sniðgeving. Eg búgvi í løtuni í Danmark, har eg dagliga arbeiði við at sniðgeva ljós til sjónleik, opera, dans, konsertir o.a. Útbúgvingina sum ljóssniðgevi havi eg tikið á Den Danske Scenekunstskole í Keypmannhavn.

At sniðgeva ljós til pall er sum at mála eina livandi mynd í 3D, og saman fara vit at royna at skapa hesar myndir. Á verkstovuni fara vit at nema við øll tey grundleggjandi hugtøkini innan ljós-sniðgeving. Tað verður tó ikki bara tos – vit fara so sanniliga eisini at arbeiða við ljósinum og at SKAPA livandi myndir við ljósinum. Verkstovan endar við at vit saman sniðgeva og avvikla ljósið til stóru endaframførsluna sunnudagin, har allar hinar verkstovurnar skulu á pallin. Tí ímyndi eg mær eisini, at vit fara at hava eitt gott og tætt samstarv við allar hinar verkstovurnar, so at vit saman kunnu skapa ta bestu framførsluna.

Síggjast!

Tit kunnu lesa meira um Súna á heimasíðu  hansara.

Nøgleord: , , , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.