Livandi Norðurlandahús

blog

Livandi Norðurlandahús

Komið og upplivið list við ungum eygum sunnukvøldið kl. 18

Í vikuskiftinum 28-feb til 1.mars fara 60 ung at fylla Norðurlandahúsið við lívi og skapanarhuga. Saman við verkstovuleiðarum, sum eru dugnalig yrkislistafólk, fara tey at skapa framførslur og framsýningar í øllum húsinum.

Sýningarnar geva innlit í hvat rørir seg millum ung listafólk beint nú – tey fara at eksperimentera og skapa. Eingin veit, hvat fer at henda, men vit vita, at tá ung fólk sleppa inn í Norðurlandahúsið eitt heilt vikuskifti, gerast dreymar til veruleika.

Framførslurnar byrja kl 18.00, og fólk vera leidd runt í húsinum av ungum listafólki. Kom og síggj Norðurlandahúsið við ungum eygum!

Kostnaður 50 kr. Keyp atgongumerki HER á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum nú 🙂