“Livandi Norðurlandahús”? Hvat er tað?

blog

“Livandi Norðurlandahús”? Hvat er tað?

Síðsta kvøldið á Ungum í Føroyum lata vit hurðarnar upp fyri almeninginum. Øll hini árini Ung í Føroyum hevur verið, hevur tað verið til eina stóra felagssýning, har allir luttakararnir saman gera eina framførslu á stóra salinum. Í ár verður tað fyrst fyrstu ferð øðrvísi, tí vit fara at hava tiltakið “Livandi Norðurlandahús” í staðin.

Alt tað tit saman við verkstovuleiðarunum hava framleitt hesar tríggjar dagarnar, fara vit at vísa frá á ymsan hátt. Hvat tað verður, vita vit ikki enn, tí tað verður upp til okkum øll. Men ætlandi skulu smáar framførslur og framsýningar verða um alt húsið, so onnur kunnu fáa inntil í, hvussu væl ung fólk duga at fáa burturúr, tá teimum verður givið álit og umstøður til at skapa.

Livandi Norðurlandahús verður 1. mars kl. 18.