Hvørji eru stórasystkinini og hvat gera tey?
Stórasystkinini eru fyrrverandi luttakarar á stevnuni, sum eru vorðin ov gomul at luttaka, men sum nú í staðin eru ungir sjálvbodnir hjálparar á stevnuni.
Tey eru millumliður millum vaksnu verkætlanarleiðarar og verkstovuleiðarar og hjálpa luttakarunum at føla seg væl á stevnuni og skipa fyri hugnakvøldunum.
Stórasystkini eru við, tí tey elska Ung í Føroyum og fegin vilja geva nýggju luttakarunum somu góðu upplivingar, sum tey sjálvi høvdu.
Á UíF 2.0 eru hesi stórsystkin:

Laura Gunváardóttir |
Baldur Meitil |
Gwenaël Akira Helmsdal Carré |
Ragnheiður Tyril |
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge |
Marjun Heradóttir Niclasen |
Albert Egholm Birgirson |