Hetta gera vit á stevnuni

Ung í Føroyum snýr seg um at læra nýtt og skapa áhugaverd og spennandi listaverk saman við øðrum.

Verkstovurnar:

Á verkstovunum sleppa tit at arbeiða saman við øðrum ungum við einum royndum yrkislistafólkið sum vegleiðara.

Tit sleppa at ávirka innihaldi í verkstovunum, meðan yrkislistafólkiðgevur tykkum møguleika at mennast í listagreinina og granska nýggjar møguleikar, sum tit kanska ikki vistu um.

Ofta er samstarv millum tær ymsu verkstovurnar um at skapa tilfar til tað stóru sýningina, sum stevnan endar við.

Verkstovur sum altíð eru afturvendandi eru tónleikur, myndlist, sjónleikur, dansur og bókmentir.

Tann 6. verkstovan skiftir millum aðrar listagreinar t.d. foto, sniðgeving, ljóð- ella ljóstøkni ella sirkus.

Verkstovuleiðarar:

Verkstovuleiðararnir eru øll virkin yrkislistafólk. Tey flestu eru føroyingar, men javnan hava vit dugnalig listafólk aðrastaðni frá eisini.

Hesar verða verkstovurnar í 2018.

Nøgleord: , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.