Vit fara á Ung í Føroyum

Ert tú 13 og enn ikki fylt/ur 19 kanst tú tekna teg til Ung í Føroyum. Tað er líkamikið hvar í landinum tú býrt, øll sleppa við. Vit gista saman, so tað er ongin forðing, um tú hevur langt at fara.

Í 2018 eru tað tey, sum eru fødd frá 1999 til 2004, sum kunnu teknað seg.

60 pláss eru á stevnuni, umleið 10 luttakarar á hvørjari verkstovu.

Tey, sum hava eitthvørt at vísa fram á palli ella á framsýning fyrstu kvøldini, hava fyrimun at sleppa inn, um fleiri enn 60 teknað seg.

Ung í Føroyum er fyri øll ung í landinum, sum eru listarliga áhugaði, bæði

  • tey, sum hava nógvar royndir
  • tey, sum akkurát er byrjað ella ikki hava fingist við nakað ávíst so leingi, ella
  • tey, sum bara hava hug at fara í gongd við nakað listarligt.

Álendska vitjan

Sum nakað serligt, fara hesaferð – í 2018 – 10 ung úr Álandi møguleika at taka lut á stevnuni, fyri skapa samband millum ung í tveimum smáum oyggjalondum, tískil verða 50 pláss úr Føroyum.

Nøgleord: .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.