Hví skal eg velja 3 ymiskar verkstovur?

blog

Hví skal eg velja 3 ymiskar verkstovur?

Á stevnuni eru 6 verkstovur og 60 luttakarar, altso uml. 10 sleppa á hvørja verkstovu.

Tað hendir ofta, at tað er ein ella tvær verkstovur, sum øgiliga nógv helst vilja á, og tá er ikki pláss fyri øllum. Fyri at tit so kortini skulu sleppa at velja, hvat tit næst- ella triðjhelst vilja á, skulu tit skriva tykkara 1., 2. og 3. val á tekningarskjalið.

Men vit royna altíð, so væl sum tit ber, at seta tykkum á tykkara 1. val ella í hvussu so er á 2. val 🙂

Tað kann ofta vera líka stuttligt at gera okkurt, tú ikki gert dagliga. Læra okkurt nýtt, sum tú kanska kortini kanst nýta í tíni høvuðslistagrein, tá tú kemur heim.

Hugsa sær t.d. at tú hevur valt tónleik sum títt 1. val, men so sleppur til skriving í staðin. Hetta er jú ikki so galið, tí kanska tú so lærir at skriva tekstir til tíni egnu løg!

Ella, tú vildi til dans, men sleppur til sirkus: Tú kanst læra, at tað at gera sirkus eisini kann vera eitt sindur av einum dansi……

Ella, tú vildi til myndlist, men slapst til design: tú sært, at tað at geva nøkrum snið eisini kann vera ein partur av myndlistini.

O.s.fr……..

So, tú skalt velja tríggjar ymsar verksmiðjur fyri at hjálpa tær sjálvum at fáa eina so góða stevnu sum gjørligt.