Hvat skal eg hava við?

blog

Hvat skal eg hava við?

Matur og tilfar til verkstovur fært tú á stevnuni. Tú skalt bara hava tíni persónligu ting við. Minst til soviposa, liggiundirlag og arbeiðslig klæðir.

Fríggjakvøld og leygarkvøldið hava vit hugnakvøld og “Open Stage”. Tá er kanska onkur, sum hevur hug at hava meiri “pyntut” klæðir við, so minst til tey.

Eisini spyr verkstovuleiðarin tykkum kanska um at hava egin ljóðføri ella teldu ella líknandi við. Eitt gott hugskot er, at hava fototól við, tí vit loyva ikki, at myndir verða tiknar við telefonum, meðan stevnan er.

Og so skalt tú sjálvandi hava tað við, tú ætlar at vísa fram og títt góða lag 🙂