Ung í Føroyum er framførslur, verkstovur og góður felagsskapur

blog

Ung í Føroyum er framførslur, verkstovur og góður felagsskapur

Ung í Føroyum er ein listastevna fyri ung í Føroyum millum 13 og 19 ár.

Ung í Føroyum er framførslur, verkstovur og góður felagsskapur millum skapandi ung í Føroyum.

Her sleppa ung at vísa egin avrik fyri øðrum ungum, at vera við á listaverkstovum, undir leiðslu av yrkislistafólkum og at framføra á stórar almennari sýning og framsýning í Norðurlandahúsinum.

Ung í Føroyum er har tit ungu sjálvi vísa á, hvat ungdómsmentan er og fáa køna vegleiðing til at sýna hana fram.

Stevnan endar við til stórari almennari felagssýning

Stevnan er tríggir dagar og er skipað sum ein lega. Tveir teir fyrstu dagarnir eru verkstovur um dagin og innanhýsis  framførslur um kvøldið. Triðja dagin eru fyrireikingar til framførsluna og stevnan endar við til stórari almennari felagssýning.

Norðurlandahúsið í Føroyum hevur skipað fyri stevuni annaðhvørt ár síðani 2001. Verkætlanarleiðarar hava síðani 2001 verið Rakel Helmsdal og Hedvig Westerlund-Kapnas. Í 2018 eru Rakel Helmsdal og Birna Heinesen verkætlanarleiðarar.

 

Ung í Føroyum er verkstovur og góður felagsskapur

Ung í Føroyum er ein listastevna fyri ung í Føroyum millum 13 og 19 ár.

Ung í Føroyum er framførslur, verkstovur og góður felagsskapur millum skapandi ung í Føroyum.

Her sleppa ung at vísa egin avrik fyri øðrum ungum, at vera við á listaverkstovum, undir leiðslu av yrkislistafólkum og at framføra fyri hvørjum øðrum og kanska fleiri við.

Ung í Føroyum er har tit ungu sjálvi vísa á, hvat ungdómsmentan er og fáa køna vegleiðing til at sýna hana fram.

Stevnan er tríggir dagar og er skipað sum ein lega. Tveir teir fyrstu dagarnir eru verkstovur um dagin og hugnakvøld við innanhýsis “open stage” um kvøldið. Triðja dagin eru fyrireikingar til endaligar framførslur.

Norðurlandahúsið í Føroyum hevur skipað fyri stevuni annaðhvørt ár síðani 2001. Verkætlanarleiðarar hava síðani 2001 verið Rakel Helmsdal og Hedvig Westerlund-Kapnas. Síðani 2018 hava Birna Heinesen og Rakel Helmsdal verið verkætlanarleiðarar.

Løta frá einari av almennu sýningunum.