Tá ung fáa røttu umstøðurnar, vegleiðingina og virðingina

Allar verkstovur arbeiða fram ímóti at hava nakað at sýna tá stevnan endar.

Stóri pallurin í Norðurlandahúsinum stendur til reiðar til øll sløg av framførslum og úti í forhøllini kunnu listaverk setast fram, ið eru framleidd á stevnuni.

Sýningin og framsýningin er alt nýskapt á stevnuni, og hevur higartil altíð verið á sera høgum støði.

Eitt listafólk er sett burturav til at samskipa hesa felagssýning. Hetta listafólkið gongur millum verkstovurnar og velur burturúr og bíleggur ymisk til sýningina.

Oftast er samstarv millum verkstovurnar so sýning kenst sum ein heildaruppliving heldur enn stutt innsløg.

Hendan almenna sýningin er eitt gott umboð fyri, hvat rør seg millum ung listafólk í tíðini tey liva í, og almeningurin fær innlit í, hvussu høgt støði ung kunnu skapa á, tá tey fáa tær røttu umstøðurnar, vegleiðingina og virðingina.

 

Nøgleord: , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.