Vísa hvørji vit eru

Tá tit teknað tykkum, verða tit spurd, um tit hava eitthvørt at sýna fram, antin á palli ella á framsýning. Tit, sum velja at taka av hesum møguleikanum, hava fyrimun at sleppa á stevnuna um fleiri hava teknað seg enn pláss er fyri.
Tit hava tá møguleika at vísa tað, tit duga best á hugnakvøldunum sum verða fyrsta og annað kvøldið á stevnuni. Har veður “open stage” í Klingruni og framsýning, alt bara fyri luttakarar á stevnuni.
Ongi mørk vera sett fyri, hvat tit kunnu sýna, tað kann vera
- sjónleikur
- dansur
- tónleikur
- myndlist
- filmur
- standmynd
- sniðgáva
- o.a.
Einasta krav er, at tað skal bera til at seta upp og rigga av uppá fáar minuttir, og ikki vera longri enn 5 minuttir ella størri enn ein fermetur.
Tit kunnu sýna fram einsamøll ella saman við vinfólkum.