Hvat er felagsfundurin?

blog

Hvat er felagsfundurin?

2 vikur undan stevnuni eru øll biðin at koma í Norðurlandahúsið til ein fyrireikandi felagsfund.

Tá hittast allir luttakarar, verkstovuleiðarar og stórasystkin 1. ferð. Luttakararnir fáa at vita, hvørja verkstou tey fara at taka lut í og tey sita saman við verkstovuleiðara og verkstovustórasystkin og práta um tað, tey kundu hugsa sær at gjørt á stevnuni. Soleiðis læra tit hvønn annan at kenna undan stevnuni.

Luttakararnir siga frá um seg sjálvi og síni áhugamál og verkstovuleiðarin kann geva eina lítla uppgávu heim við, so øll verða betur fyrireika til stevnuna.

Á hendan hátt kunnu vit fara í gongd beinan vegin, eftir at stevnan er sett fríggjamorgun 28. februar kl. 9.30.

Fundurin er 16. februar kl. 14 til 16 og øll hava møtuskyldu.