Hvat er ein verkstova?

blog

Hvat er ein verkstova?

Ein listaverkstova er ein møguleiki at arbeiða saman við einum yrkislistafólki og 9 øðrum ungum luttakarum í fleiri dagar. At læra nýtt um tína egnu listagrein, at læra um eina listagrein, tú kanska ikki hevur fingist við fyrr og finna út av, hvussu tú kanst arbeiði øðrvísi við tí, sum tú longur hevur áhuga í.

Á verkstovuni skapa tit saman heilt nýggj verk, sum ikki vóru til áðrenn tit hittust og sum allarhelst ongantíð kundu verið til, høvdu tit ikki hitst.

Á Ung í Føroyum eru vanliga 6 verkstovur, 5 afturvendandi: tónleikur, sjónleikur, myndlist, skriving og dansur. Tann 6. verkstovan skiftir millum aðrar listagreinar, sum t.d. sniðgávu, ljós, ljóð, sirkus, foto o.a.