Ger tónleik við Heðin

blog

Ger tónleik við Heðin

Heðin Ziska Davidsen

Leiðari av ljóðlistaverkstovuni verður Heðin Ziska Davidsen

Heðin Ziska Davidsen – tónleikari, ljóðleikari og lærari.

Upprunaliga ein guitaristur, ið altíð var hugtikin av teimum ymsu ljóðunum ein kundi gera við guitarinum. Sum frá leið, so gjørdist ljóðlistin ein størri og størri partur av framførslunum hjá mær. Seinastu árini eru eg eisini farin at spæla við ljóð burturav, bæði sum framførslur og installatiónir og eisini sum samanrenning av báðum. Gjørdist Master of Music í 2018 í Íslandi í N.A.I.P (New Audience and Innovative Practice) á Listaháskóla Islands.