Ger myndlist við Jón Sonna

Leiðari av myndlistaverkstovuni verður Jón Sonni Jensen
Jón Sonni er útbúgvin Bachelor í Fine Art. Hann arbeiður sum listafólk og grafiskur sniðgevi til dagligt.
Royndir hansara umfata millum annað: solo- & bólkaframsýningar í Føroyum og uttanlanda, lærarastørv í myndlist og grafiskari sniðgeving, innandurað og uttandurað sniðgeving, sniðgeving og myndprýðing av alskyns bókum og plátuhúsum, verkstovuleiðari í Margarinfabrikkini og til Heystfagnað í Listasavni Føroya, kuratering av m.a. Vár- & Ólavsøkuframsýningum og mangt annað.
