Fyrr luttakarar – nú fyriskiparar og listafólk!

Ung í Føroyum var heilt frá fyrstan tíð hugsa sum ein møguleiki hjá ungum fólkum at menna sínar listarligu gávur við at fáa íblástur frá yrkislistafólki og javnaldrandi ungum við somu áhugamálum. At ung listafólk hittust og skaptu nakað einastandandi í felag og kanska fingu íblástur til at lata listina fáa størri part í teirra vaksna lívið, ja, kanska hjálpti teimum at velja list sum lívsleið.

Nú 16 ár seinni er greitt, at nógv, ið tóku lut á fyrstu stevnunum, framvegis fáast við list á ein ella annan hátt. Vit kunnu t.d. nevna Eivør Pálsdóttir og Heiðrik av Heygum, sum bæði vóru við á fyrstu stevnuni í 2001.

Á stevnuni í 2018 eru vit so heppin at hava ikki minni enn tríggjar fyrrverandi UíF’arar í leiðarahópinum.

Birna Heinesen hevur verið á stevuni nógvar ferð. Fyrst sum luttakari, síðani sum stórasystkin, sum hjálpari hjá verkætlanarleiðarunum og at enda sum samskipari av felagssýningini. Nú hon hevur lokið prógv í dramatrugi, er hon flutt heim til Føroyar og hevur loyst Hedvig Westerlund-Kapnas av í verkætlanarleiðarasessinum, meðan Hedvig er uttanlanda í arbeiðsørindum nøkur ár.

Sámal Blak var luttakari á stevuni í 2001. Hann er nú myndlistafólk og altjóða viðurkendur pallsniðgevi og arbeiðir kring allan heimin at seta upp stórar operur og sjónleikir. Hann býr nú í Føroyum og fer fyri aðru ferð at leiða myndlistaverkstovuna á Ungum í Føroyum 2018.

 

Katya R.D. Nielsen var luttakari á aðru stevuni í 2003. Har tók hon lut í dansiverkstovuni og hevur síðani dansa seg inn á týðandi skúlar og verkætlanir. Nú býr hon aftur í Føroyum og skal leiða Dansiverkstovuna á Ungum í Føroyum 2018.

 

 

Nøgleord: , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.