Framførslur og framsýning?
Framførslurnar eru ein stuttligur partur av stevnuni.
Har eru tvey sløg av framførslum/framsýningum:
- “Open Stage”er innanhýsis tiltak, sum er á hugnakvøldunum báðar teir fyrstu dagarnar á stevnuni. Har hevur tú møguleika at vísa hinum á stevnuni, hvat tú vanliga fæst við og hevur áhuga í. Vit hugna okkum saman í Klingruni í Norðurlandahúsinum, har einføld ljóð- og ljóstøkni eru tøk og møguleikar at hanga og seta upp listaverk.
- “Livandi Norðurlandahús” er tiltakið sunnukvøldið har almeningurin sleppur inn at vitja og síggja úrslitini av tí, tit saman hava skapt á stevnuni.
