“Felagssýningin verður fantastisk!”

Abigail Fríða Gaardlykke er hjálpari hjá sýningarsamskiparanum, Kristinu Sørensen Ougaard. Abigael sigur frá leygardegnum:

“Í dag lúrdu Kristina og eg inn til allar verkstovurnar, prátaðu við verkstovuleiðararnar og funnu útav, hvussu øll kunnu arbeiða saman til felagssýningina. 

Tað var so kul at síggja, hvussu væl alt riggaði saman, og hvussu villigir luttakararnir vóru til at samstarva. Tað, sum eg haldi, er heilt ótrúligt, er hvussu nógv er komið burturúr longu!

Felagssýningin verður fantastisk!”

Nøgleord: , , , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.