Ein sukurmola frá myndlistaverksmiðjuni

Saga Kapna, stórasystir í Myndlistaverkstovuni, sigur frá 1. degnum:

“Dagurin byrjaði við, at tey ungu hvør sær eksperimenteraðu við at gera sukurmoluskulpturar. Sukurmolar vístu seg ikki at vera tað lættasta tilfarið at arbeiða við. Ístaðin fyri at reagera sum væntað – við at klistra í kontakt við vatni ella lími – so smeltaði sukrið og gjørdist ringt at arbeiða við. Men við eitt sindur av toli, arbeiði og skills kláraðu tey tað!

Sukurmolukulpturarnir vórðu síðani heftar á ein stóran platform við smáum ljósperum, sum lýsa ígjøgnum skulpturarnar og skapa illusiónina av einum náttarlandslagi. Í løtuni eru nøkur í gongd við at planleggja hvat sum skal málast, onnur hava verið úti og samlað mosa, gras og steinar, og ein triðja ger ein animatiónsfilm, sum skal lýsa omaná installatiónina.

Og hetta er bara byrjanin!”

Nøgleord: , , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.