Dansiverkstovan – UíF18 – Katya R. D. Nielsen

Katya R.D. Nielsen verður leiðari á Dansiverkstovuni á Ungum í Føroyum 2018.

Her er heilsan hennara til tykkara:

  • Elski at røra meg
  • Skapa mínar egnu dansir
  • Havi nógv góð hugskot

Ljóðar hetta sum tú? So er at melda seg til dansiverkstovuna.

Á dansiverkstovuni fara vit at dansa, koreografera, improvisera og læra ymisk dansistig.

Øll eru vælkomin. Tú nýtist ikki at hava eina ávísa dansibakgrund, men ein stóran hug og forvitni til at røra teg og framføra. Á verksmiðjuni fara vit skapa okkara egnu dansir og síðan seta saman til eina størri heild.

Mítt navn er Katya og eg eri útbúgvin modernaður dansari frá Den Danske Scenekunstskole í Keypmannahavn. Eg havi nógvar royndir sum dansari, har eg millum annað havi arbeitt hjá Dansk Danseteater og Black Box Dance Company.

Eg gleði meg at møta tykkum og arbeiða saman við spennandi spírandi listafólkum.

 Tit kunnu lesa meira um Katyu á heimasíðu hennara.

Nøgleord: , , , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.