Kategori: Ofta settir spurningar

Hvør skipar fyri?

Ung í føroyum er ein verkætlan hjá Norðurlandahúsinum. Verkætlanarleiðarar á Ungum í Føroyum 2020 eru: Rakel Helmsdal, verkætlanarleiðari og tíðindastjóri Birna Heinesen, verkætlanarleiðari Soleiðis setur tú teg í samband við okkum: Teldupostur: ung.i.foroyum@gmail.com telefon og sms: 216596 (Rakel) og 250469 (Birna). Um tú sendir sms, so minst til at seta navnið hjá tær á.

Read More

Sleppi eg at roykja o.t.?

NEI! Ung í Føroyum er eitt royk- og rúsfrítt tiltak. Eitthvørt brot á hesar reglur føra við sær, at tú verður send/ur heim umgangandi! Ung sum skulu skapa, mugu vera sunn! 🙂

Read More

Hvat er felagsfundurin?

2 vikur undan stevnuni eru øll biðin at koma í Norðurlandahúsið til ein fyrireikandi felagsfund. Tá hittast allir luttakarar, verkstovuleiðarar og stórasystkin 1. ferð. Luttakararnir fáa at vita, hvørja verkstou tey fara at taka lut í og tey sita saman við verkstovuleiðara og verkstovustórasystkin og práta um tað, tey kundu hugsa sær at gjørt á […]

Read More

Hvussu veit eg, um eg eri sloppin við á stevnuna?

Øll sum tekna seg til Ung í Føroyum fáa svar á tað teldupostadressuna, sum tey hava upplýst í tekningarskjalinum. bæði tey sum sleppa við og tey sum koma á bíðilista, um meiri enn 60 tekna seg. So ivast tú, er bara at fara inn og kanna teldupost 🙂 Øll fingu svar tann 9. februar.

Read More

Sleppi eg í somu verkstovu sum vinfólkini?

Tað ber væl til at koma saman við vinfólki á stevnuna, men tit kunnu ikki vera vís í at øll sleppa í somu verkstovu. Tað er avmarkað pláss í hvørjari verkstovu. Tað er meiri spennandi at hitta onnur ung listafólk enn bara at vera saman við teimum, tit kortini altíð eru saman við. Men í fríløtum og […]

Read More

Kunnu vit tekna okkum fleiri saman?

Ja, tit kunnu væl vera fleiri, sum tekna tykkum saman til UíF, men tit skulu fylla út hvør sítt tegningarskjal kortini! Tit kunnu framføra sjónleik, tónleik og annað saman í bólki, men tit kunnu ikki rokna við øll at sleppa í somu verksmiðju, tað er avmarkað pláss í hvørjari verksmiðju. Men í fríløtum og um kvøldarnar kunnu […]

Read More

Hví skal eg velja 3 ymiskar verkstovur?

Á stevnuni eru 6 verkstovur og 60 luttakarar, altso uml. 10 sleppa á hvørja verkstovu. Tað hendir ofta, at tað er ein ella tvær verkstovur, sum øgiliga nógv helst vilja á, og tá er ikki pláss fyri øllum. Fyri at tit so kortini skulu sleppa at velja, hvat tit næst- ella triðjhelst vilja á, skulu […]

Read More

Hvar kann eg tekna meg?

Tekning fer fram her á síðuni, men freistin var 7. februar.

Read More

Nær kann eg tekna meg?

Tekningarfreistin var 7. februar.

Read More

“Livandi Norðurlandahús”? Hvat er tað?

Síðsta kvøldið á Ungum í Føroyum lata vit hurðarnar upp fyri almeninginum. Øll hini árini Ung í Føroyum hevur verið, hevur tað verið til eina stóra felagssýning, har allir luttakararnir saman gera eina framførslu á stóra salinum. Í ár verður tað fyrst fyrstu ferð øðrvísi, tí vit fara at hava tiltakið “Livandi Norðurlandahús” í staðin. […]

Read More