Bókmentaverkstovan – UíF18 – Eiríkur Örn Norðdahl

Eiríkur Örn Norðdahl verður leiðari á Bókmentaverkstovuni á Ungum í Føroyum 2018.

Her er heilsan hansara til tykkara:

Hey

Eg eiti Eiríkur Örn Norðdahl, eg eri íslendskur høvundur, yrkjari og umsetari. Eg verði verkstovuleiðari í bókmentum.

Eg havi arbeitt nógv innan eksperimentellar bókmentir, við ljóð-, mynda, og videoyrking og við framførslu- og konseptyrking, sum er umsettar til um 20 ymisk mál (men tíverri ikki føroyskt). Havi eisini skriva fimm skaldsøgur, sum eru útkomnar ella er ávegis á nýggju málum.

Eg eri 39 ára gamal, giftur og havi tvey børn (4 og 8 ár). Eg eri úr Ísafirði í útnyrðings Íslandi, har eg búgvi, men eg eri eisini nógv í Svøríki, hagani kona mín er.

Í skriviverkstovuni fara vit at nýta ymisk amboð til saman at granska møguleikarnar í málinum og skriva styttri tekstir.

Eg vil fegin biðja tykkum um at taka tveir stuttar tekstir við , yrkingar, smásøgur ella brot úr størri teksti, ikki longur enn uml. 100 orð. Ein skulu tit hava skriva sjálvi og hin skulu tit finna í eini bók – eitt yndisbrot.

Og havi við tykkum skriviamboð – pappír og penn, teldu, teldil, kálvaskinn, pergament, telefon, diktafon ella hvat tykkum dámar best at skriva við og uppá.

Tit kunnu lesa meira um Eirík á heimasíðu hansara og hyggja at yrkingum hjá honum á YouTube.

Nøgleord: , , , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.