Bókmentaverkstovan – 2. dagur – Hava tit hoyrt um Lupusdorph?

Rebekka Petersen, bókmentaverkstovan:

“Hava tit hoyrt um Lupusdorph?

Tað hava tey á bómentaverksmiðjuni, tí tey hava nemmliga skapt eina bygd, sum hevur fingið navnið Lupusdorph. Í gjár skaptu tey hvør sín persón, og hesir persónarnir hava til felags, at teir búgva í einari bygd, sum er í einum skógi onkustaðni í Evropa, sum eitur Lupusdorph. Her búgva til dømis Adolf, Helena og Adalerik.

Eisini hava tey samstarvað við sjónleikaverkstovuna, og tað verður spennandi at síggja, hvat úrslitið av hesum verður.

Frá tónleikaverkstovuni vóru eisini boð eftir okkum, og okkara fólk fóru miðvíst í holt við at yrkja til teirra tónleik.”

Nøgleord: , , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.