Áland er 1. norðurlendski gestur á Ungum í Føroyum

Ungdómslistastevnan Ung í Føroyum er sjálvandi fyri ung spírandi listafólk í Føroyum, men vit hava gjørt av at hava ein norðurlendskan gest við á hvørju stevnu hereftir. Tíggju ung og ein verkstovuleiðari verða boðin úr einum øðrum norðurlandi.

Hetta er fyri at byggja upp undir eitt av endamálunum við stevnuni – at geva ungum listafólkum eitt netverk tíðliga í lívinum. Føroyar er eitt lítið land og tað fer ofta ikki at bera til at hitta javnlíkar innan tína listagrein. Tí vilja vit geva teimum ungu møguleikan at víðka netverkanina út um landoddarnar. Seinni – á eini møguligari listayrkisleið – kunnu hesi sambond gerast virðismikil.

Teir fyrstu norðurlendsku gestirnir koma úr lítla oyggjalandinum Álandi, sum á ymsan hátt minnir um Føroyar.

Hagani hava tíggju ung møguleika at teknað seg til UíF18. Við sær hava tey ein spennandi verkstovuleiðara, nevniliga Arn-Henrik Blomqvist, sum fer at vera vegleiðari í sjónleikaverkstovuni.

Teir tíggju ungu álendingarnir koma at taka lut í stevnuni á sama hátt um tey føroysku ungu. Øll vera við á verkstovunum og hava møguleika at framsýna og framføra á opnum palli, at eta, gista og hava fríløtur saman.

Vælkomin Áland! Vit gleða okkum at taka móti tykkum!

 

Nøgleord: , , , , , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.