Ung í Føroyum 2018 – 5 pláss tøk!

Hendingar koma altíð í bólkum, og so er eisini hesaferð. Ung í Føroyum 2018 er ikki einasta stóra tiltakið fyri ung í aldrinum 13 – 18 ár vikuskiftið 16. til 18. februar. Júst samstundis er ein stór lega fyri konfirmantar í Havn og vit fingið fleiri avboð.

Tí eru fimm pláss tøk til spennandi stevnuna og um tú skundar tær at tekna teg, kanst tú vera partur av hesi sjáldsamu hending, sum Ung í Føroyum er.

Tú kanst læra og arbeiða í tríggjar dagar saman við dugnaligum yrkislistafólkum og einum hópi av øðrum ungum. Tit fara at skapa eina stóra sýning við øllum sum hoyrir til og vísa verðini, hvat ungdómsmentan er, tá tey ungu sjálvi sleppa at vera við at seta dagsskránna.

Smekka til nú! Tekna teg HER!

Nøgleord: , .Bogmærk Permalink.

Lukket for kommentarer.