Måned: marts 2020

Mamma tín kemur úr fongslinum – ein framførsla

Bólkur G var ein av tveimum bólkum, sum skuldi uppihalda sær á stóra pallinum í Høllini í Norðurlandahúsinum. Tað var ein stórur pallur at fylla og tey endaðu við at gera eina stóra damatiska søgu um eina gentu við tveimum mammum og ógvisligum avleiðingum. Her eru nakrar framleiðslumyndir:

Read More

Undir havinum – ein installatión

Bólkur F fekk Dansistovuna sum sítt arbeiðsøki. Ongin av luttakarunum hevði verið á myndlistaverkstovuni dagin fyri, men kortini avgjørdu tær, at gera alla Dansistovuna til eina installatión: Við pappíri, ljósi og ljóði skuldu tær broyta rúmið til eitt undirhavsumhvørvi. Her er ein upptøka av hvussu tað kendist at fara gjøgnum rúmið:

Read More

Livandi Norðurlandahús – framførslur og installatiónir

Her eru upptøkur av framførslum og livandi installatiónum á Ung í Føroyum 2020.

Read More

Tvey systkin – ein framførsla

Bólkur B gjørdi eina søgu um tvey syskin, sum ikki fara beina leið heim gjøgnum skógin, so sum tey eru biðin.

Read More

Ferðin – ein installatión

Sveimandi oregami, yrkingar og violett ljós

Read More

Stuðulsbólkurin fyri misskilt veðurfyribrigdi – ein framførsla og installatión

Bólkur D hevði Norðurstovu at spæla sær við og tey skaptu eina skemtiliga installatión/framførslu grundaða á hugskotið at misskilt veðurfyribrigdi sita í einum stuðulsbólkið og vitna. Her eru nakrar myndir frá tilgongdini leygar-og sunnudagin og frá framførsluni á Livandi Norðurlandahús sunnukvøldið. Her er ein upptøka frá einari av framførslunum:

Read More

Ung í Føroyum livir víðar eftir stevnuna

Tá framførslurnar vóru av sunnukvøldið, varð alt Norðurlandahúsið rudda, men vit fingu loyvi at hava eina installatión eftir, hana sum var í Dansistovuni. Tað ber til at koma niðan at vitja hana til og við 4. mars.

Read More