Måned: februar 2020

Livandi Norðurlandahús

Komið og upplivið list við ungum eygum sunnukvøldið kl. 18 Í vikuskiftinum 28-feb til 1.mars fara 60 ung at fylla Norðurlandahúsið við lívi og skapanarhuga. Saman við verkstovuleiðarum, sum eru dugnalig yrkislistafólk, fara tey at skapa framførslur og framsýningar í øllum húsinum. Sýningarnar geva innlit í hvat rørir seg millum ung listafólk beint nú – […]

Read More

UíF 2.0 Byrjan!

Sunnudagin hittust allir luttakarar á Ung í Føroyum 2020 fyrstu ferð Beint undan kl. 14 sunnudagin 16. februar byrjaðu ung fólk at streyma inn í Norðurlandahúsið, tað kendist sum ein sonn innrás av tí aldursbólkinum, sum helst er minst vanliga millum nógvu brúkararnar av Norðurlandahúsinum. Hetta vóru komandi luttakararnir á UíF 2.0, sum komu á […]

Read More

Hvørji eru stórasystkinini og hvat gera tey?

Stórasystkinini eru fyrrverandi luttakarar á stevnuni, sum eru vorðin ov gomul at luttaka, men sum nú í staðin eru ungir sjálvbodnir hjálparar á stevnuni. Tey eru millumliður millum vaksnu verkætlanarleiðarar og verkstovuleiðarar og hjálpa luttakarunum at føla seg væl á stevnuni og skipa fyri hugnakvøldunum. Stórasystkini eru við, tí tey elska Ung í Føroyum og […]

Read More

Um eg ikki finni svarið her, hvar spyrji eg so?

Spyr okkum, sum eru verkætlanarleiðarar á Ungum í Føroyum. Vit svara (næstan) beinan vegin. “Vit” eru: Rakel og Birna Soleiðis setur tú teg í samband við okkum: teldupost: ung.i.foroyum@gmail.com telefon og sms: 216596 (Rakel) og 250469 (Birna). Um tú sendir sms, so minst til at seta navnið hjá tær á. til ber eisini at seta spurningar á Facebook.

Read More

Hvør skipar fyri?

Ung í føroyum er ein verkætlan hjá Norðurlandahúsinum. Verkætlanarleiðarar á Ungum í Føroyum 2020 eru: Rakel Helmsdal, verkætlanarleiðari og tíðindastjóri Birna Heinesen, verkætlanarleiðari Soleiðis setur tú teg í samband við okkum: Teldupostur: ung.i.foroyum@gmail.com telefon og sms: 216596 (Rakel) og 250469 (Birna). Um tú sendir sms, so minst til at seta navnið hjá tær á.

Read More

Sleppi eg at roykja o.t.?

NEI! Ung í Føroyum er eitt royk- og rúsfrítt tiltak. Eitthvørt brot á hesar reglur føra við sær, at tú verður send/ur heim umgangandi! Ung sum skulu skapa, mugu vera sunn! 🙂

Read More

Hvat er felagsfundurin?

2 vikur undan stevnuni eru øll biðin at koma í Norðurlandahúsið til ein fyrireikandi felagsfund. Tá hittast allir luttakarar, verkstovuleiðarar og stórasystkin 1. ferð. Luttakararnir fáa at vita, hvørja verkstou tey fara at taka lut í og tey sita saman við verkstovuleiðara og verkstovustórasystkin og práta um tað, tey kundu hugsa sær at gjørt á […]

Read More

Hvussu veit eg, um eg eri sloppin við á stevnuna?

Øll sum tekna seg til Ung í Føroyum fáa svar á tað teldupostadressuna, sum tey hava upplýst í tekningarskjalinum. bæði tey sum sleppa við og tey sum koma á bíðilista, um meiri enn 60 tekna seg. So ivast tú, er bara at fara inn og kanna teldupost 🙂 Øll fingu svar tann 9. februar.

Read More

Sleppi eg í somu verkstovu sum vinfólkini?

Tað ber væl til at koma saman við vinfólki á stevnuna, men tit kunnu ikki vera vís í at øll sleppa í somu verkstovu. Tað er avmarkað pláss í hvørjari verkstovu. Tað er meiri spennandi at hitta onnur ung listafólk enn bara at vera saman við teimum, tit kortini altíð eru saman við. Men í fríløtum og […]

Read More

Kunnu vit tekna okkum fleiri saman?

Ja, tit kunnu væl vera fleiri, sum tekna tykkum saman til UíF, men tit skulu fylla út hvør sítt tegningarskjal kortini! Tit kunnu framføra sjónleik, tónleik og annað saman í bólki, men tit kunnu ikki rokna við øll at sleppa í somu verksmiðju, tað er avmarkað pláss í hvørjari verksmiðju. Men í fríløtum og um kvøldarnar kunnu […]

Read More