Måned: januar 2020

Nøkur pláss eftir – freistin longd til 7. februar

Fríggjadagin vitjaðu ein av verkætlanarleiðarunum og eitt av stórasystkinunum í Góðan morgun Føroyar og søgdu eitt sindur frá Ungum í Føroyum 2020. Til ber at lurta HER, hvat Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, stórasystkin, og Rakel Helmsdal, verkætlanarleiðari søgdu. M.a. boðaðu vit frá, at hóast vit hava heilt nógvar tekningar til stevnuna, so eru nøkur pláss eftir. […]

Read More

Freistin nærkast!

Januar mánaði fýkur avstað við ódnunum og vit hava longu 21. januar. Nú eru 5 dagar eftir til tekningarfreistina til Føroyar stórsta tiltak fyri skapandi ung: Ung í Føroyum 2020! Skundi tykkum at tekna tykkum til spennandi verkstovur við teimum bestu yrkislistafólkunum og góðum felagsskapi saman við øðrum ungum. Tekni tykkum HER! Freistin er 26. […]

Read More

Mítt UíF – Eivør

Eivør Pálsdóttir, tónleikari, var eisini á Ung í Føroyum, fyrst sum luttakari, síðani sum verkstovuleiðari. Hon sigur um sínar UíF-upplivingar sum tannáringur: “Tað var ein heilt serlig kensla at vera har saman við kreativum javnaldrum. Tað kendist sum at vera “heima” og tað gav mær nógvan íblástur.” 

Read More

Mítt UíF – Birna

Birna Heinesen, sum nú er verkætlanarleiðari av Ungum í Føroyum, sigur um sínar UíF upplivingar: “Hetta var ein ótrúliga stór uppliving, sum síðani hevur givið mær nógvar møguleikar innan mentunarheimin. Eg fari nokk ikki heilt skeiv, um eg sigi, at Ung í Føroyum hevur verið við til at lagt lunnar undir mína karrieru innan sjónleik, […]

Read More

Mítt UíF – Renata

Renata Jensen sigur um sínar Ung í Føroyum upplivingar: Ung í Føroyum er eitt av teimum tiltøkunum, ið hava havt størstu ávirkan á meg í mínum tannárum. Har slapp eg at nema nógvar ymiskar kreativar leiðir, sum heilt sikkurt hava havt ein leiklut í, at eg nú lesi Art & technology á Aalborg Universitet.”

Read More

Mítt UíF – Diana

Diana J. Hansen, dansari, sigur um sínar Ung í Føroyum upplivingar: Tað var tá, aftaná ein langan dag av dansivenjing, at eg fann útav, at hetta var tað eg skuldi, dansur var mín framtíð.

Read More

Mítt UíF – Finn

Finn Haraldson, sum var við nógvar ferðir á Ung í Føroyum næstan heilt frá byrjan, sigur soleiðis um stevnuna: Ung í Føroyum gav mær et netverk av vinum, eg ongantíð annars hevði fingið – vinir, sum hvør í sær hava eitt kreativt lyndi og góðan arbeiðsmoral.

Read More

Mítt UíF – Rebekka

Rebekka Petersen, tónleikari, sigur um sínar Ung í Føroyum upplivingar: Havi bara góð minnir frá Ung í Føroyum. Haldi eg havi verið á Ung í Føroyum tríggjar ferðir. Dámdi serliga væl skriviverkstovuna, sum eg havi verið á tvær ferðir. Tað besta var kreativi andin, sum er allastaðni, og so ikki minst inspirerandi verkstovuleiðararnir. 

Read More

Minnist til tekningarfreistina!

Ung í Føroyum 2020 fer í gongd 28. februar, men tað er av alstórum týdningi, at tit ungu minnast til at tekna tykkum innan 26. januar!

Read More